Nýggj føroysk skaldsøga sær dagsins ljós í morgin. Talan er um forvitnisligt stórverk, ið Gunnar Hoydal hevur skrivað og forlagið Sprotin gevur út. Í stuttum byrjar skaldsøgan við, at nýlærdur prestur, 24 ára gamal, kemur til Føroya stutt fyri fyrra aldaskiftið. Øgiligar rembingar eru í samfelagnum, ein nýggj og øðrvísi tíð tekur seg upp. Samfelagið rembist bæði búskaparliga, hugsjónarliga og mentanarliga. Hesin ungi presturin, ið kemur til landið, er langabbi høvundans, og við honum byrjar henda søgan, sum flytir seg upp ígjøgnum alla tjúgundu øld.
Hugsjónirnar bresta saman upp ígjøgnum øldirnar og klúgva á mangan hátt samfelagið. Búskaparligur fortreytirnar broytast frá framgongd til skrædl, og mentanarliga tekur samfelagið seg fram. Skaldsøgan fer frá tíðini frá jólafundinum gjøgnum tjóðskaparrørslu, heimsbardaga, fólkaatkvøðu, kalda kríggið og stóra skædlið fram til fólkafundin á Slættaratindi. Trý ættarlið hvørt við síni søgu, hvørt við sínum stríði, hvørt við sínum ymsu fortreytum.
Hetta er sjáldsama væl sagda søgan um vónir og vónbrot í hundrað ár, sæð við eygunum á einum, sum er heima og burturi í senn, sum er eygleiðari, droymari og samstundis við í øllum.
Skaldsøgan er lyklaskaldsøga. Og her er veruliga nakað at heinta. Gunnar Hoydal skrivar við støði í sínum egnu royndum og skiftir, honum so líkt, millum heilaspuna og veruleika, minningarbrot og frían skaldskap.
39 eru partarnir í hesi breiðu skaldsøgu um heimin, landið og tíðina, sum fer at standa sum ein varði í føroyskum bókmentum.