Undangongumaðurin innan bodybuilding í Føroyum, Gunnar Hjelm hevur altíð bergtikin av vøddum og tí, sum menniskjakroppinum fær avrikað. Sum barn tímdi hann illa at ganga í skúla, og hann hevði størri áhuga í ítrótti og tí kroppsliga. Fyrstu árini hevði hann áhuga í fótbólti og svimjing, men tað var styrkivenjingin, sum veruliga rúnabant hann.
– Eg vildi simpulten verða fyrsti føroyingurin, ið stillaði upp til fyrsta danska meistaraskapin, sigur hann.
Árini ganga, og dreymurin um at stilla upp livir alla hesa tíðina, og í 1990 tók hann fyrsta fetið.
–Tað var ómetaliga serstakt, tí bodybuilding er ein heimur fyri seg, har øll tey, sum venja ítróttagreinina, møtast til meistarskapin. Eg fekk eitt triðjapláss tað árið, og tað var eg sera stoltur av, sigur hann.
Spurdur um, hvussu fyrireikingin til danmarkarmeistaraskapin var, sigur hann, at tað er ómetaliga strævið at eta, venja og sova eftir eini klokku.
– Eg gav avkall upp á nógv og ansaði eftir á øllum økjum við hesum eina endamálinum: At verða danskur meistari, sigur hann.
Eftir at Gunnar endaði á einum triðja plássi í 1990 gingu fimm ár, áðrenn hann aftur stillaði upp til DM í 1995.
– Eg vildi seta fimm ár av til at verða danskur meistari, men tað árið tapti eg við tveimum stigum, og endaði á einum øðrum plássi. Tað eydnaðist ikki, flennir hann.
– Tað er ein torførur biti at svølgja, tá man hevur brúkt so nógva til at røkka tí málinum, sum man hevur sett sær, staðfestir hann.
Gunnar Hjelm, ið nú er 53 ára gamal, hevur tó sett sær sum mál, at 2018 verður árið, har hann luttekur og vinnur eitt fyrsta pláss í danmarkarmeistaraskapinum í bodybuilding. DM verður vikuskiftið 13.-14. oktober 2018. Tí hevur Gunnar nú úr at gera við at arbeiða fram ímóti málinum, sum hann vónar endiliga vinnur honum heiðurin sum danmarkarmeistari.
Gunnar Hjelm greiðir frá, at tá hann fyri 28 árum síðani fyri fyrstu ferð luttók í DM í bodybuilding, var almenni hugburðurin ikki, sum hann er í dag. Hann fekk nógvar ivingarsamar spurningar og niðurlátandi viðmerkingar fráfólki – bæði um venjing og um kost.
– Tað varð tosað niður á ein, og eg fekk ofta at vita, at eg als ikki var í ordan at spilla so nógvar tímar um dagin til sovorðið tvætl, sigur hann.
Tað var onki forstáilsi fyri hesum tá, tí samfelagið var ikki til reiðar. Í dag er tað øðrvísi, greiðir hann frá.
– Hugburðurin er broyttur ómetaliga nógv. Í dag fái eg ongar negativar viðmerkingar men merki bara stuðul. Í dag er samfelagið klárt til fitness og til bodybuilding,
sigur hann.
– Í dag er lættari hjá fólki at gera nakað, ið er gott fyri seg sjálvan uttan tørv á at rættvísgera ta avgerðina, staðfestir hann.