Gunnar Hjelm ætlar eitt comeback í ár

– Hesin sporturin hevur givið mær so nógv og hevur verið ein so stórur partur av mínum lívi, at eg ikki kann halda hann uttan fyri hurðina meir. Eg má lata hurðina upp og viðurkenna, at soleiðis eri eg, sigur 53 ára gamli Gunnar Hjelm, sum hevur ætlanir um eitt comeback innan bodybuilding í ár.

 

 

Fyri á leið einum mánaði síðani sótu feðgarnir Gunnar og Teit Hjelm og tosaðu um at liva út gamlar dreymar.

 

 

– Eg sigi við hann, at eg veruliga kundi hugsað mær at luttikið í danmarkarmeistaraskapinum í bodybuilding enn eina ferð, sigur 53 ára gamli undangongumaðurin innan bodybuilding í Føroyum, Gunnar Hjelm, sum í nítiárunum fekk góð úrslit, og hevur vunnið bæði eitt triðja pláss og tvær ferðir annað plássið í DM. 

 

 

DM verður vikuskiftið 13.-14. oktober 2018. Tí hevur Gunnar nú úr at gera við at arbeiða fram ímóti málinum, sum hann vónar endiliga vinnur honum heiðurin sum danmarkarmeistar

 

 

Les alla samrøðuna við Gunnar Hjelm í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið og talgiltur her