Ársins fyrsta virðisløn er heiðurin fyri ársins tekst.
Tað var ein tekstur hjá einum av Føroya størstu rithøvundum, ið vann FMA virðislønina Ársins tekstur.
Talan er um tekstin Maðurin, sum gekk móti ljósinum, ið eins og allir hinir tekstirnir á fløguni Endurljós hjá Anniku Hoydal, er skrivaður av beiggja Anniku, Gunnar Hoydal.
Í 2015 varð virðislønin latin Petur Pólson fyri tekstin Øskuhav, og í 2014 Jóanes Nielsen fyri tekstin Lívið.
Tað er Rithøvundafelagið, ið hevur kosið vinnaran og Urd Johannesen, sum er samskipari fyri FarLit, handaði Gunnari Hoydal heiðurin fyri ársins tekst.









