Gunnar hevur lagt KÍ á odda

Venjaraeffektin tykist hava virkað væl hjá KÍ, sum hevur lagt seg á odda, nú 32 minuttir eru spældir av dystinum í Klaksvík.

Málið kom eftir langt fríspark, sum varð sent í høvdið á Símuni Joensen. Hann levði bóltin niður í málteigin, og har átti Gunnar Nielsen seinasta fótin.

Og eftir spælbýtinum er leiðslan fult uppiborin hjá vertunum. Umframt málið hava teir rakt stólpan einaferð, og hartil hevur talan eisini verið um aðrar næskar royndir.