Finnbogi Arge, stjóri hjá p/f Meinhardt Arge sigur við Sosialin, at tað er í sambandi við ymsar umleggingar í fyritøkuni, at teir hava valt at selja dekkverkstaðið burtur av.
? Nú kom hetta heldur brádliga í, men vit halda okkum hava funnið eina góða loysn, sum báðir partar kunnu vera nøgdir við, sigur Finnbogi Arge.
Hann leggur eisini dent á, at tey, ið keypa bilar frá p/f Meinhardt Arge framvegis kunnu keypa dekk frá teimum.
? Munurin er bara tann, at vit ikki innflyta dekkini sjálvir, men keypa tey frá Dekk Sentrinum, sum dekkverkstaðið nú eitur, sigur Finnbogi Arge.