Gunnar helt málið reint í sigri

Gunnar Nielsen stóð í mál í kvøld, tá Motherwell vann á Inverness

Føroyski landsliðsmálverjin er aftur fyrsta val hjá Moterwell millum stengurnar. Í kvøld spældi Motherwell móti Inverness í skotsku Premier League. Motherwell greiddi sína skyldu sum favorittur og vann 2-0.

 

Gunnar Nielsen hevði nakað at gera í dystrinum, tá gestirnir úr Inverness høvdu sjey skot á mál, men einki fór inn. Gunnar Nielsen hevur verið smáskaddur í seinastuni, men er tøkur aftur.

 

Motherwell er nú ájavnt Aberdeen, sum liggur nummar tvey, men hevur spælt ein dyst fleiri. Tey bæði hava 54 stig, meðan Celtic er suverent oddalið við 74 stigum.