Gunnar Nielsen fekk kjansin í málinum hjá danska 1. deildarfelagnum Frem í gjárkvøldið. Frem spældi ímóti Herfølge í steypakappingini, og Gunnar spældi ein fínan dyst, skrivar heimasíðan hjá Frem. Frem kláraði at halda nullið í dystinum, og tað var millum annað takka verið frálíkum málmansspæli. Gunnar hevði eina stórbjarging tíðliga í dystinum, og í seinna hálvleiki hevði hann ein góða bjarging afturat. Frem vann dystin 1-0 og er tí komið víðari í kappingini. Jónas Tór Næss kom inn í seinna hálvleiki, meðan Atli Gregersen sat á beinkinum alla tíðina.
Tíðindi