EB/Streymur boðar í kvøld frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Gunnar Zachariasen í eitt ár. Framherjin kom til felagið undan júst farna kappingarári.
Gunnar Zachariasen hevur sín fótbóltsuppvøkstur í Brøndby, og hevur spælt við danska AB. Hann hevur fyrr spælt við B36, áðrenn hann skifti til EB/Streym.
Gunnar hevur gjørt nógv um seg á U21 landsliðnum, har hann millum annað skoraði móti Rumenia á Svangaskarði.
Gunnar Zachariasen hevur millum annað verið upp á tal á Argjum, men hevur nú longt sáttmálan við EB/Streym, sum í gjár kunngjørdi, at Pól Jóhannus Justinussen verður ein partur av hópinum komandi tvey árini.