Gunnar Guttesen á G!

Álitið á Gunnar Guttesen er stórt hjá G! fyriskiparanum Jón Tyril, og tí er Gunnar eitt av nøvnunum á G! í ár Ein blanding av Stevie Wonder, Jeff Buckley, Queen og Keith Green, kryddað við einum sindri av Muse, Koinonia, Toto og Weather Report til tíðir ? men alla tíðina púra Gunnar Guttesen. Tað er kraftmikið, men samstundis viðbrekið ? væl pussað, men samstundis rátt.

 

Gunnar er ein ljómborðspælari av Guds náði, og tá hann spælir, merkir tú, hvussu stórt yvirskot hann hevur á ljóðførinum ? og hvussu hann ikki ger ov nógv av. Eitt sindur sum ein Ferrari, sum koyrir 50. Hann kann gott koyra 300, um hann vildi, men hann ger tað ikki. Hetta eyðkennir eisini spælararnar hjá honum; fantastisku Brandur og Kristoffur svinga eminent og organiskt saman við Gunnari.

 

Eftir nú tiltiknu framførsluna hjá Gunnari á Fjarðafestivalinum í fjør, segði Jón Tyril: ?Um Gunnar heldur seg til, kemur út at spæla og fær tjansirnar, so giti eg, at hann verður millum mest týðandi artistarnar og persónarnar á føroyska tónleikapallinum innan 1-3 ár. Potentialið er í hvussu er har í yvirmát.?

 

So tað er nógv at síggja fram til, tá ið Gunnar og bólkur hansara framføra á G! í summar!, skrivar festivalurin á heimasíðu síni