Jarðarferðin var úr Ebenezer, har Gunnar hevði sína dagligu gongd, seinasta leygardag.
Gunnar var havnarmaður. Sum ungur arbeiddi hann á Mejerínum, á Bacalao, á heilsøluni hjá Poul Hansen og á margarinverksmiðjuni Marga, áðrenn hann í apríl 1962 fekk starv hjá Tórshavnar Býráð. Fyrstu tíðina koyrdi hann gravmaskinu í grótbrotinum undir Varða. Síðan 1964 hevði hann fast starv sum bilførari og koyrdi lastbil hjá býráðnum. Hetta starv røkti hann í yvir 40 ár.
Í sínum arbeiði var Gunnar ein býarmynd í Havn. Allastaðni har eitt arbeiði varð gjørt í býnum, sást Gunnar við lastbilinum. Hann var altíð í góðum lagi og bríkslaði okkurt lag.
Gunnar var yngstur av teimum ellivu børnunum hjá Jóhonnu og Jens Christian Guttesen. Hon var úr Skálavík, og hann var havnarmaður. Tey ellivu systkini vóru: Jens, Maja, Óli Jógvan, Gunhild, Kirstin, Petur, Leivur, Brynhild, Erling, Ingrid og Gunnar. Tey vuksu øll upp í einum lítlum húsum við Tinghúsvegin, har tey eisini ofta høvdu gestir á vitjan. Av teimum ellivu systkjunum eru nú fimm farin: Jens, Óli Jógvan, Gunhild, Leivur og Gunnar.
Gunnar var giftur Ragnfríð, f. Samuelsen, úr Klaksvík, tey fingu sjey børn: Krista, Maria, Sólvá, Gunnfríð, Ragnar, Regin og Gunnar. Fleiri av børnunum hava útmerkað seg innan sang og tónleik, og hava tey arvað hesar gávurnar frá báðum foreldrunum, sum eru av sera musikalskum familjum.
Gunnar var B36-ari. Hann vaks upp í niðara parti av Tinghúsvegnum, sum var
eitt B36-kvarter burturav, og var hann í mong ár ein av leikarnum á besta
liðnum hjá felagnum. Hann var m.a. við á liðnum, sum vann
føroyameistaraheitið í 1962. Hann búsettist í Gundadali, og var hann eitt av trúgvu viðhaldsfólkunum hjá felagnum.
Gunnar var familjukærur og trúgvur, hann hevði eitt lætt og ungt sinni og
var sera hjálpsamur.










