Gunnar gevst í Bakkafrost

Føroyski alirisin skal hava nýggjan fíggjarstjóra

Gunnar Nielsen hevur sagt seg úr starvi sum fíggjarstjóri í føroyska alirisanum Bakkafrost. Tað boðar felagið frá í eini fráboðan til norska keypskálan.


- Fíggjarstjórin í Bakkafrost, Gunnar Nielsen, hevur boðað felagnum frá, at hann sigur seg úr starvi. Nielsen hevur verið við Bakkafrost síðan 2014, skrivar felagið í fráboðanini.


Felagið upplýsir, at tey eru hørm um avgerðina og at man skjótast gjørligt fer undir at finna ein avloysara. Upplýst verður eisini, at partarnir eru samdir um, at Gunnar Nielsen skal halda fram í starvinum til ein nýggjur fíggjarstjóri er settur.