Gunnar fyrstur á mál

Tað var um vikuskiftið, at kappast varð í einkultstarti. Bæði luttøka og veðrið hevur sæð betri dagar, men við til søguna hoyrir eisini, at Torkil Veyhe er fluttur av landinum og at nakrir súkklarar eru í Noreg í hesum døgum, meðan aðrir júst hava luttikið í iron-man kapping í Danmark.

 

Tey vaksnu súkklaðu úr Hósvík norður til Ljósáir og aftur til Hósvíkar, ein teinur á umleið 36 kilometrar. Unglingateinurin var úr Hósvík til rundkoyringina í Kollafirði, og aftur til Hósvíkar. Hesin teinurin er 23 kilometrar.

Jóanis Albert Nielsen var einasti luttakari í unglingadeildini, og súkklaði hann teinin uppá 46 minuttir og 36 sekund. Meðalferðin hjá Jóanis var 29,5 km/t, ið er rættiliga gott hjá einum unglingi.

 

Hjá kvinnunum var eisini bara ein luttakari. Tað var Marin Heinesen og hon súkklaði sama tein sum mennirnir. Marin brúkti 1 tima 14 minuttir og 43 sekund.

 

Hjá monnunum vóru fimm luttakarar og teir komu á mál soleiðis:

 

1. Gunnar Dahl Olsen 58 minunttir 36 sekund.

 

2. Morten Hansen 1. tíma 1 minuttir og 2 sekund.

 

3. Alfred Hummeland 1. tíma 2 minuttir og 43 sekund.

 

4. Eli Christiansen 1. tíma 8 minuttir og 50 sekund.

 

5. Jógvan Djurhuus 1. tíma 10 minuttir og 23 sekund.