Gunnar fer til Blackburn

Føroyski málverjin hjá Frem, Gunnar Nielsen, fer í næstum á royndarvenjing hjá enska Blackburn

Fótbóltur

Bold.dk skrivar, at Blackburn Rovers hava boðið Gunnari at koma til venjingar í komandi viku.
- Vit plaga vanliga ikki at senda okkara spælarar til royndarvenjing, men hinvegin vilja vit heldur ikki forða einum evnaríkum spælara at koma víðari, sigur Hans Hermansen, stjóri í Frem, við bold.dk
Hetta er aðru ferð hetta kappingarárið, at Gunnar fer til Onglands at royndarvenja. Í heyst var hann í einua viku hjá Reading, sum eisini spælir í bestu ensku deildini.