Gunnar fekk lítla kapping

Leygardagin skipaði Tórshavnar Súkklufelag fyri kapping í Landavegsúkkling. Ongin Eli var at geva Gunnar kapping, sum tí fór við sigrinum.

Súkkling

Leygardagin bleiv kappast í landavegskoyring. Koyrt varð úr Havn til Hósvíkar og aftur til Havnar. Leiðin gekk gjøgnum bergholið báðar vegir, og koyrt bleiv tilsamans 56 km. Startur og mál var við Plantusøluna við Hvítanesvegin.
Kappingin er ein liður í fyrireikingunum til komandi Oyggjaleikirnar, ið verða á Rhodos á sumri 2007. TSF hevur við einari tættari kappingarskrá tikið dystin upp við tíðina, nú bert gott og væl eitt ár er eftir til leikirnar. Á skránni hjá felagnum eru kappingar hvønn mánað fram til oktober.
Unglingasúkklarin Sigmundur Olsson var væl koyrandi leygardagin, og hann megnaði at halda tørn líka til leiðin gekk gjøgnum tunnilin við kós móti Havnini. Tá byrjaði kreftirnar at ganga undan, og Gunnar Dahl-Olsen koyrdi tí ein tryggan sigur heim.
Tað var ikki møguligt hjá Eli Christiansen at luttaka, nú hann í løtuni er uttanlands í arbeiðsørindum.
Tað vóru umleið 18 minuttir millum nummar eitt og tvey, men bert ein góður minuttur millum tvey og trý. Sverri M. Edvinsson gjørdist triður á mál.
Í veteranbólkinum gjørdist Evald Rasmussen vinnari. Hann koyrdi teir 56 km uppá tveir tímar og 22 minuttir.
Næsta kapping hjá felagnum verður fríggjadagin 7. apríl. Tá verður kappast á fjallasúkklu, og lýst verður á heimasíðuni hjá felagnum www.tsf.fo hvør teinurin verður og hvat klokkan kappingin byrjar.

Úrslit
Nr.NavnTíð
1Gunnar Dahl-Olsen1.55.15
2Sigmund Olsson2.13.28
3Sverri M. Edvinsson2.15.11

veteranar
Nr.NavnTíð
1Evald Rasmussen2.22.10