Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen vardi málið hjá eykaliðnum hjá Manchester City, tá Manchester City fekk javnleik 3-3 á útivølli ímóti eykaliðnum hjá Liverpool.
Støðan í hálvleikinum var 2-1 til Liverpool.
Sambært heimasíðuni hjá Liverpool hevði Gunnar Nielsen eina fantastiska duppultbjarging, tá tveir spælarar hjá Liverpool høvdu atsóknir ímóti málinum hjá Manchester City.
Dysturin var spældur á Prenton Park, og var tað rættiliga kalt í veðrinum, men Gunnar og liðfelagarnir megnaðu so, at fáa eitt stig við sær til Manchester.