Gunnar fekk javnleik - Kaj Leo sá reytt í tapi hjá Akranesi

Talan gjørdist um eitt slakt kvøld fyri føroyingaliðini í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í kvøld

Gunnar Nielsen er komin fyri seg aftur aftaná skaðan í økslini, og hann vardi málið hjá FH sum á heimavølli á Hafnarfirði fekk javnleik 1-1 móti Stjørnuni í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. 

 

Gunnar hevði góðar bjargingar sambært Morgunblaðnum, men teir á Morgunblaðnum tilskriva einum "skógartúri" hjá Gunnari sum eitt avgerandi mistak, tá Stjarnan javnaði til 1-1 tá 87 minuttir vóru farnir av dystinum. Steven Lennon legði FH á odda tá 57 minuttir vóru farnir av dystinum. 

 

Komandi mánakvøld spælir FH á útivølli móti Fram.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu kom á vølllin fyri Akranes tá 66 minuttir vóru farnir av dystinum móti Leiknir á útivølli. Leiknir kom á odda 1-0 beint áðrenn Kaj Leo kom á vøllin, og tað gjørdist einasta málið í dystinum. 

 

Í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat fekk Kaj Leo beinleiðis reytt kort fyri at senda ein mótstøðuleikara í eitt lýsingarskelti, og tí verður Kaj Leo ikki við komandi dyst hjá Akranesi, ið spælir móti Víkingi á útivølli komandi leygardag. 

 

Um tilburðin sigur Kaj Leo í stuttari viðmerking: - Vit áttu innkast og hesin fer yvir at sparka bóltin fyri at drála, og eg skumpi hann burtur frá har sum bólturin er.

 

Sum stigatalvan vísir, so eru Akranes og FH enn partur av botnstríðnum:

 

Støðan:

 

Nr.LiðDystirVJTMálStig
1Breiðablik12101135:1231
2Víkingur R.1171325:1622
3Stjarnan1155121:1420
4Valur1162320:1520
5KA1153316:1318
6KR1244416:1916
7Keflavík1142519:2014
8FH1124516:1910
9Fram1124520:2910
10Akranes1115511:228
11Leiknir R.111468:177
12ÍBV110569:205