##med2##
Veteranmálverjin, Gunnar Nielsen stórfegnaðist um at hava fingið álitið aftur at verja málið. Liðskiparin, Hallur Hansson slóg fast, at tað hevði smakkað betri við trimum stigum aftaná góða leikliga avrikið hjá føroyska liðnum, serliga í seinna hálvleiki.
Hallur Hansson greiddi í samrøðuni frá, at tað var neyðugt, at hann var skiftur út miðskeiðis í seinna hálvleiki, tí dómarin hevði hótt við at blaka hann av vøllinum aftaná næstu hørðu takling.
Gunnar Nielsen greiddi frá, at hann hevur veruliga kempað til venjingarnar fyri at vinna plássið í málinum aftur.
Moldova - Føroyar 1-1 (1-0)
1-0: Ion Nicolaescu 9.
1-1: Meinhard E. Olsen 83.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra telefonsamrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Hallur Hansson og Gunnar Nielsen aftaná dystin.
HER ber til at hoyra Trónd Arge og Teit Joensen siga frá málinum hjá Meinhardi E. Olsen, og samrøðuna Tróndur gjørdi við málskjúttan.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við venjararnar, Håkan Ericson og Eli Hentze.