Tað var eitt brádligt skiftið frá Víkingi til Víking.
HER ber til at hoyra Gunnar Vatnhamar í samrøðu við Árna Gregersen á FM1 greiða frá skiftinum frá verandi steypavinnarunum, Víkingi til verandi steypavinnararnar í Íslandi, Víking Reykjavík.
Í dag bleiv Gunnar Vatnhamar á tíðindafundi presenteraður sum Víking Reykjavík leikari.
Høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Baldur Eiriksson boðaði frá, at Gunnar fer at hava troyggjunummarið 6 meðan hann spælir við Víkingi Reykjavík.
Serfrøðin hjá Vísir/Støð 2, ið fylgir íslendsku kappingini tætt metir, at Víkingur Reykjavík fer at enda triðfremst av liðunum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
2. páskadag byrjar kappingin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini hjá monnum.
Klokkan 15 spæla Pætur J. Petersen og liðfelagarnir í KA móti KR heima á Akureyri.
Klokkan 20.15 spæla Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík móti Stjørnuni á útivølli, og klokkan 21 tekur liðið hjá Patriki Johannesen og Klæminti A. Olsen, Breiðablik móti HK í einari grannauppgerð í Kópavogi.