Gunnar Nielsen hevur verið raktur av smærri skaðum, síðani hann í summar varð leigaður frá Manchester City til Tranmere Rovers at spæla, og næstu seks vikurnar kann Gunnar ikki spæla fyri felagið.
Í staðin hevur 18 ára gamli Joe Collister vart málið hjá Tranmere, og hann hevur megnað uppgávuna væl. Venjarin hjá felagnum, Les Parry, heldur tó, at tað er at leggja ov nógv trýst á unga málmannin at lata hann spæla hvørjaferð, og tí ætlar venjarin at keypa nýggjan málmann beinanvegin.
Tað fer so eisini at merkja økta kapping til Gunnar Nielsen um málmansplássið, tá ið hann kemur fyri seg aftur um nakrar vikur.