Føroyski landsliðsmálverjin er til reiðar at takast við Rumenia sunnudagin. Gunnar Nielsen er í løtuni uttan felag, men hann hevur vant við Motherwell fram til landsliðið samlaðist í Farum fyrr í vikuni.
Hoyr samrøðuna við Gunnar Nielsen við at trýsta á pílin undir myndini (Riggar ikki til appina)
Føroyska liðið er uttan Hall Hansson(leikbann), Fróða Benjaminsen(arbeiði) og Jónas Tór Næs(skaði). Gunnar ásannar, at tað eru tríggir týdningarmiklir spælarar, sum mangla frá sigrinum á Grikkalandi, men tað gevur bara trimum øðrum spælarum møguleikan at vísa seg.
Gunnar kennist serliga væl við málverjan hjá Rumenia, Costel Pantilimon. Gunnar spældi í Manchester City saman við risa stóra málverjanum.
- Hann er ein av teimum fáu persónunum, har sjálvt eg má hyggja uppeftir, tá eg tosi við hann, sigur Gunnar Nielsen.
At enda í samrøðuni fortelur Gunnar Nielsen eisini, hvat rosinur og málmandshandskarnir hjá Teiti M. Gestsson hava til felags. Tað er okkurt við einum skálvíkingi.










