Gunnar er skaddur

Einki mál kom í 1. deildardystinum ímillum Frem og Fredericia í gjár. Fyri fyrstu ferð í ár spældi Jónas Tór Næs ikki við¬ hjá Frem, meðan Atli Gregersen sat á beinkinum allar 90 minuttirnar. Gunnar Nielsen, sum hevur verið eykamálmaður, var ikki við í ferðalagnum til Fredericia. Gunnar er skaddur og hevur fingið boð um at halda seg burtur frá fótbólti í eina viku.
Eftir javnleikin í Fredericia liggur Frem sum nummar 8 av teimum 16 liðunum í næstbestu deildini í Danmark.