Gunnar er ikki við í Kosovo

Manslandsliðið: Gunnar Nielsen er ikki við Kosovo og spurningurin er um hetta var seinasti landsdysturin

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Gunnar Nielsen

Gunnar Nielsen spældi í gjár sín landsdyst nummar 70 fyri føroyska A-landsliðið, sum tapti 5-0 móti Tjekkia. Í dag fór hópurin til Kosovo, men tað er uttan Gunnar Nielsen, sum hevur trupulleikar við knænum. Tí er føroyski landsliðsmálverjin ikki við á ferðini.

 

Havnarmaðurin í Reykjavík umhugsar í løtuni støðuna. Hann er uttan sáttmála, eftir at hava spælt við FH seinnu árini. Hann segði í samrøðu við In.fo, at hann ikki hevur tikið støðu til hvat skal henda nú. Gunnar Nielsen er 36 ára gamal og hevur nú spælt 70 landsdystir.

 

Hetta merkir samstundis at Mattias Heðinsson Lamhauge og Bárður á Reynatrøð eru í spæl til dystin móti Kosovo leygardagin. Mattias Heðinsson Lamhauge hevur spælt ein landsdyst, sum var móti Liktenstein fyrr í ár, meðan Bárður á Reynatrøð er við fyri fyrstu ferð.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Gunnar Nielsen