Hondin er vaksin væl saman, men er heldur Gunnar Nielsen, at hon er ov eym til, at hann kann spæla. Tí er greitt, at hann ikki er við í landsliðshópinum til dystin ímóti Serbia mikudagin.
Gunnar Nielsen breyt sær tummilin fyri 7-8 vikum síðani í dysti fyri Wrexham hagar hann var leigaður frá Manchester City.
? Tummilin er brotin heilt inni ímóti hondini. Brotið er grøtt væl saman aftur og alt gongur sum tað skal, men eg havi tó framvegis ov nógva pínu til at kunna spæla, sigur Gunnar Nielsen við FSF-heimasíðuna.
Klárur eftir summarsteðgin
Óhappið hendi í dysti fyri Wrexham, sum hevði leigað málverjan frá Manchester City, har Gunnar hevur sáttmála. Nú heldur hann venjingina við líka, og roknar við at vera heilt klárur aftur, tá summarsteðgurin í ensku kappingini er av og venjingin byrjað aftur í Manchester City 4. juli.
Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevði tí tikið út Jákup Mikkelsen úr KÍ og Meinhardt Joensen úr NSÍ sum málmenn til dystin ímóti Serbia mikukvøldið.