Eli Hentze, fótbóltsviðmerkjari, sigur við heimasíðuna hjá Norðlýsinum, at ein landsliðsvenjari, sum er settur fyribils, ikki skal taka so týðandi avgerðir sum at vraka liðskiparan.
- Heðin Askham er settur at taka sær av einum landsdysti, og tí hevði eg ikki ivast í, at landsliðið, sum hann fór at taka út, var uttan stórvegis broytingar. Tá hann bara skal vera venjari hesa einu ferðina, er tað ikki rætt at fremja stór inntriv, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá Norðlýsinum.
Heðin Askham segði við portalin í gjár, at tað ikki var rætt at hava Gunnar Nielsen, sum er ein málverji í heimsklassa, sitandi á beinkinum. Men Eli Hentze er ikki samdur í, at hann er í heimsklassa.
- Eingin málmaður, sum er í heimsklassa situr á fjórða beinki í Manchester City. Gunnar Nielsen er ein áhugaverdur málverji, men eg kann ikki taka undir við utsagnini um, at hann er í heimsklassa. Tí so var hann fyrsti málverji hjá Manchester City, sigur Eli Hentze, sum sigur seg skilja avgerðina hjá Jákupi Mikkelsen at gevast á landsliðnum.










