Líkt er til, at Gunnar Nielsen skal standa í málinum hjá Silkeborg IF, tá teir mánakvøldið spæla móti AaB.
Lasse Heinze, sum hevur staðið í mál fyri Silkeborg hetta kappingarárið, hevur verið undir skurð og er úti restina av kappingarárinum. Tí er sannlíkt, at Gunnar Nielsen stendur í málinum, tá Silkeborg mánakvøldið spælir móti AaB.
Lasse heinze hevur spælt 135 dystir fyri Silkeborg.










