- Hetta er stórt. Eg eri totalt uppi at flúgva. Orðini eigur landsliðsdebutanturin úr Leirvík, Gunnar Vatnhamar.
Gunnar Vatnhamar greiðir frá, at tað hevur verið ein góð uppliving at verða áskoðari til landsdystir, men at verða partur av hópinum og liðnum slær alt.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við unga leirvíkingin aftaná Føroyar vunnu 3-1 á Malta í Nations League dystinum á Tórsvølli fyrr í kvøld.
Gunnar Vatnhamar heldur, at føroyska liðið hevði tamarhald á dystinum og fekk hildið Malta frá málmøguleikunum í seinna hálvleiki.