Gunnar Nielsen er dýrasti spælarin í íslendskum fótbólti, sambært lista hjá íslendska fótbóltssambandinum. Á hvørjum ári verða allir spælararnir virðismettir eftir einum skala frá 1 til 10. Hetta er grundarlag fyri hvussu nógv eitt felag skal gjalda, um teir fáa ein sáttmálaleysan spælara frá øðrum felagi.
KSÍ, íslendska fótbóltssambandið, hevur nú kunngjørt listan. Ovastur á listanum er føroyski málverjin, Gunnar Nielsen. Hann verður virðismettur sum 10. Tað merkir, at FH skal gjalda eina million íslendskar krónur fyri Gunnar Nielsen. Tað svarar til áleið 52 túsund krónur.
Næstir Gunnari koma seks spælarar, sum allir verða virðismettir til eitt 7-tal á listanum. Tað merkir, at feløgini skulu gjalda 37 túsund krónur fyri teir, um eitt felag fær teir sáttnálaleysar.
Listin verður gjørdur út frá nøkrum ávísum fortreytum, so sum aldur og landsdystum. Gunnar Nielsen er 29 ár og hevur seinastu tvey árini spælt allar tíggju EM undankappingardystirnar fyri Føroyar.
Listin hjá KSÍ er relevantur fyri Gunnar, tí hann skiftir til FH frá Stjarnuni, eftir at sáttmálin við Stjarnuni er útgingin. Hevði sáttmálin ikki verið útgingin, og talan var um eina sølu, so hevði upphæddin verið tann, sum feløgini semjast um.
Sostatt kunnu vit staðfesta, at eftir listanum hjá KSÍ, so er Gunnar Nielsen dýrasti spælari í íslendskum fótbólti í løtuni.