Hoyvíkingurin Gunnar Djurhuus bjóðar seg nú fram fyri Tjóðveldi á lista E til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu.
Hann er uppvaksin sum bygdamaður í Hoyvík. Hann hevur m.a. silgt við trolara, havt egið virki og hevur starvast við at kanna umhvørvið hjá alibrúkum. Útbúgvin sum vinnukavari, innan HD, hevur dugnaskapsroynd í sigling og er Master í broytingarleiðslu. Hann starvast nú sum økissamskipari í Tórshavnar Kommunu, har ein av uppgávunum er at samstarva við staðbundnu nevndirnar í bygdunum í kommununi, so ítøkilig mál og átøk verða loyst fyri trivnaðin og umstøðurnar hjá fólki á staðnum.
Gunnar er ein drívandi megi aftanfyri H71 og fyri at skapa trivnað og møguleikar í nærumhvørvinum hjá øllum teimum, ið seta búgv í Hoyvík. Hann hevur verið formaður í H71 í fleiri umførum og var primus motor at fáa Hoyvíkshøllina bygda og at fáa stuðulsfelag sett á stovn. Málið var at gera felagið og høllina til karm um ein felagsskap, har børn, foreldur, ommur, abbar og øll, sum vilja taka lut, kenna seg væl og fáa góðar felags upplivingar og sosiala samveru í gerandisdegnum.
Hann hevur somuleiðis verið virkin í Hondbóltssambandinum sum ungdómsvenjari og stigtakari til at fáa ungdómslandsliðini út í heim at spæla og menna seg. Harafturat var Gunnar ein av stigtakarunum til at fáa Føroya Sjósavn sett á stovn.
Ítøkiligar og hjartaligar loysnir fyri gerandisdagin og trivnaðin hjá fólki
Hóast akkerið er í Hoyvík, hevur Gunnar hjarta og mál fyri trivnaðin hjá øllum fólki í býnum, bygdunum og býlingunum í kommununi.
“Eg havi játtað at stilla upp, tí eg haldi, at vit hava so einastandandi møguleikar at gera Tórshavnar Kommunu til eitt gott og mennandi heim hjá enn fleiri fólkum. Vit skulu ganga undan sum høvuðsstaðurin í landinum, og vit eru samstundis ein fjølbroytt kommuna við bygdum, býarpørtum og býlingum við ymiskum fólki og sereyðkennum. Eg vil fara inn við øllum kreftum at fremja ítøkiligar loysnir, sum gera gerandisdagin, trivnaðin og møguleikarnar hjá fólki, familjum og vinnu betri í allari kommununi – saman við fólkinum á staðnum.
Eitt hjartamál hjá mær er, at eins og vit hava staðbundnar nevndir í nøkrum av bygdunum í kommununi, so skulu vit hava staðbundnar nevndir fyri býlingar í býnum. Og har kunnu fólk fáa veruliga ávirkan á tað, sum verður gjørt frá kommununi og kunnu taka lut sjálv í at loysa málini á staðnum.
Bíligari bústaðir, víðlíkahald og multihøll til ítróttin
Nøkur av mínum høvuðsmálum eru:
▪ At fólk við vanligum inntøkum og við lágum intøkum kunnu útvega sær ein bústað og eitt heim, ið til ber at gjalda.
▪ At vit skulu brúka fíggjarliga orku til víðlíkahald og umvælingar í kommununi. Heldur enn at hugsa um prestisjubygningar og varðar, so skal altíð setast ávís upphædd av til viðlíkhald av bygningum, vegum og útgerð í kommununi.
▪ Tann næsta stóra íløgan skal tó vera ein stórhøll og multihøll til ítróttin og størri mentanarlig tiltøk. Tórshavnar kommuna skal sjálvsagt mitt í landinum kunna bjóða okkara einastandandi ítróttarfólki á øllum økjum altjóða umstøður til landsdystir og kappingar. Vit eiga samstundis at fáa frælsa ítróttinum eitt innandura annlegg í sambandi við multihøllina.
▪ At útvega hóskandi vinnuøkir í kommununi.
▪ Hoyvík og bygdirnar í kommununi.