Gunnar Dahl-Olsen vann prologin

Gunnar Dahl-Olsen vann mikukvøldið prologin súkklukappingini Statoil Kring Føroyar í Klaksvík. Talan var um ein einkultstart á átta kilometrar.
Tveir íslendingar vóru nummar tvey og trý, og teir verða mettir sum størstu kappingarneytar hjá Gunnari Dahl-Olsen í samlaðu kappingini.
Gunnar kom á mál við tíðini 11,12 minuttir. Á øðrum plássi var íslendingurin Hafsteinur Ægir Geirsson, sum var fýra sekund aftanfyri Gunnar. Nummar trý var eisini ein súkklari úr Íslandi. Hann hevði tíðina 11,19 minuttir.
Í kappingini hjá unglingum vann Torkil Veyhe, sum hevði tíðina 11,58 minuttir. Tíðin hjá 15 ára gamli Torkili var 11,58 minuttir. Nummar tvey og trý vóru ávikavist Frederik Valther Holm og Jan Timotei, báðir úr Danmark.
Hósdagin var koyrt í Eysturoynni, og fríggjadagin verður einkultstartur á Sandi.