Tað hevur verið nógvur spenningur í vikuni, um Gunnar Nielsen skuldi fáa møguleikan at standa í málinum hjá Manchester City, nú tá bæði Shay Given og Stuart Taylor eru skaddir. Mikudagin gjørdist greitt, at Manchester City hevði leiga Marton Fulop úr Sunderland til teir seinastu tríggjar dystirnar.
Fyri løtu síðani varð liðuppstillingin hjá Manchester City kunngjørt og tíverri er Gunnar Nielsen at finna á bonkinum. Manchester City tekur í dag klokkan 15 ímóti Aston Villa í triðseinasta umfarinum í Premier League. Bæði liðini stríðast fyri at blíva nummar fýra, sum gevur atgongd til Champions League.
Roberto Mancini sigur í dystarblaðnum, at Gunnar er ov óroyndur og tí valdi teir at leiga Marton Fulop.
Annars kann nevnast, at tað longu hongur eitt føroyskt flagg á City of Manchester Stadium, sum stuðul til Gunnar Nielsen.









