(Europa League) Gunnar Nielsen stóð í kvøld í mál fyri Motherwell og bjargaði brotssparki.
Motherwell tapti 1-0 fyri russiska FC Kuban, sum samanlagt vann 3-0 á skotska liðnum hjá Gunnari.
Tá liðini hittust á Fry Park í Motherwell sat Gunnar Nielsen á bonkinum, meðan Lee Hollis stóð í mál. Tann dystin vann FC Kuban 2-0.
Í kvøld stóð Gunnar Nielsen, tá Motherwell var í Russlandi og spældi seinna dystin í triðja umfari í Europa League móti FC Kuban. Gunnar hevði lítið at gera í fyrra hálvleiki, men tók sær av tí, sum var at gera.
Í seinna hálvleiki var søgan tann sama fystu seks minuttirnar, men so stútaði Stephen McManus eitt innlegg í egið mál. Hann iðraði seg eisini óført eftir heldur margháttliga sjálvmálið, sum Gunnar einki kundi gera við.
Eitt korter fyri tíð fekk FC Kuban brotsspark, men Gunnar Nielsen bjargaði meistarliga, tá hann tveitti seg til sína høgru síðu og fekk hondina á bóltin.
Móti endanum av dystinum gjørdi málverjin hjá FC Kuban Gunnari kynstrið eftir, og bjargaði brotssparki. Hetta eftir at innskifti Djibril Cisse nytti hondina inn I brotsteiginum.
Dysturin endaði við 1-0 sigri til FC Kuban.