Gunnar: Avrikið var framúr

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Málverjin er stoltur av at verða partur av einum liði, sum avrikar so væl

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi í Mixed Zone við føroyska landsliðsmálverjan, Gunnar Nielsen, sum hevði eina fantombjarging ímóti dystarenda, sum gjørdi, at Ungarn ikki fekk eitt stig, sum teir ikki høvdu uppiborið.

 

Gunnar Nielsen fegnast um, og er stoltur at verða partur av einum liði, sum avrikar so væl. Hann er eisini fegin um tað góða spælið, og fegin um at verða partur av einum góðum ættarliði í føroyskum landsliðsfótbólti.

 

- Tað er ein æra at spæla fyri landsliðið staðfestir Gunnar Nielsen.