Motherwell tapti í dag 2-0 fyri Inverness. Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, sat á bonkinum allan dystin.
Hóast Gunnar Nielsen spældi væl í Europa League dystinum móti FC Kuban og stóð sum ein brandur í Íslandi mikukvøldið, so hevur hann ikki vunnið plássið frá Lee Hollis í málinum hjá Motherwell.
Motherwell liggur nummar seks av tólv í skotsku Premier League. Teir hava fingið trý stig fyri tríggjar dystir.