Gunleivur Karbech Mouritsen í Havn fylti 70 ár 19. desember.
Gunleivur er elstur av tólv systkjum, 7 dreingjum og 5 systrum. Foreldur hansara eru Carl Karbech Mouritsen úr Snikkarastovu í Havn og Signhild Margretha, fødd Joensen, úr Sørvági. Gigga nærkast teimum 90 árunum.
Hjá Gunleivi man arbeiðssemi hava ligið í frá barnsbeini. Longu sum smádrongur var hann býdrongur á Gamla Vaskarí í Tórsgøtu. Fjúrtan ára gamal fór hann í bakaralæru hjá Andrias Jacobsen í Køkubúðini. Hetta var í 1948, og tá var neyðugt at fara til Danmarkar at taka sveinaroynd, og var hann í Kalundborg í hálvtannað ár av lærutíðini til sveinabræv var tikið í 1953.
Heimaftur komin arbeiddi hann í bakarínum á hotellinum í Vestmanna í 1954. Síðan arbeiddi hann í bakarínum hjá Fants Restorff í 10 ár til hann saman við konuni Morid byrjaði egið bakarí í 1965. Tey keyptu tá Heimabakaríið hjá Doru á Gripsvegnum.
Morid, fødd Mortensen úr Havn, og Gunleivur giftust í 1958. Synirnir Martin og Carl eita eftir abbunum. Carl rekur bakaríið í dag, og Martin er leiðari á Musikkskúlaskipanini. Abbabørnini eru sjey.
Aftrat sær í bakarínum ta fyrstu tíðina høvdu tey ein svein og eina krambakvinnu. Millum kundarnar vóru handlar í Havn, keypmenn á bygd, skip og bátar. Bakaríið á umleið 40 fermetrar var ein tilbygningur til sethúsini. Virksemi vaks alla tíðina og í 1972 varð bygt út á Gripsvegnum.
Hetta hevur sjálvandi verið eitt slitsamt lív, men Gunleivur hevur kent, at hetta var tað rætta, og fríløturnar hevur hann eisini notið. Bát hevur hann havt heilt frá ungum árum, var íðin sílafiskari eina tíð, og heldur enn við B36.
Tónleikur hevur framvegis hansara stóra áhuga og fleiri abbabørn fáast við tónleik. Nakrar upptøkur vóru gjørdar tey fyrstu jólini í Útvarp Føroya í 1957 av jólasangum við sytkjunum, og har leikar Gunleivur á banjo. Hann spældi á cornet í orkestrinum GHM í 40 ár.
Gunleivur gavst at arbeiða í bakarínum í 1999. Í dag eru heilt øðrvísi umstøður á Hoyvíksvegnum har hann dagliga vitjar, men nú hinumegin diskin.









