Tvøramaðurin, Gunleif Magnusarson, sum seinastu árini hevur spælt við 07 Vestur, hevur í kvøld longt sáttmálan við felagsliðið úr Vágunum.
Tað ljóðaði annars at Gunleif Magnusarson skuldi steðga við at spæla fótbólt til hetta kappingarárið, av tí at hann skuldi út at sigla.
Men tað verður av ongum. Í 07 Vestur fegnast tey um, at Gunleif Magnusarson heldur fram, tí hann hevur verið millum teir mest týðandi leikararnar hjá felagnum seinastu árini.
Gunleif Magnusarson hevur spælt 104 dystir fyri 07 Vestur og skotið 32 mál.