Gundur hevur skrivað undir

ÍF miðvallarin hevur skrivað undir nýggjan sáttmála fáar dagar undan 20 ára føðingardegnum

Tað hevur ligið í kortunum, tí hann hevur vant við barndómsfelagnum, men inntil í dag hevur eingin undirskrivað avtalað verið millum ÍF og Gundur E. Petersen.

Í kvøld boðar ÍF frá, at nýggjur sáttmáli, sum er galdandi fyri 2021, er undirskrivaður, og at Gundur E. Petersen harvið eisini í 2021 verður ÍF spælari.

Gundur flutti í 2019 aftur til ÍF eftir nøkur ár í Íslandi. Í fjør var hann á besta liðnum í 25 dystum, og tilsaman hevur hann spælt 45 dystir í Betri Deildini. Allar fyri barndómsfelagið ÍF.

ÍF verður partur av fyrsta dystinum í hesum kappingarárinum, sum verður um tríggjar vikur. Tað verður leygardagin 6. mars, tá ið ÍF skal spæla á útivølli í Hólmanum á Eiði ímóti EB/Streymi.

Gundur E. Petersen hevur føðingardag 15. februar. Nú mánadagin fyllir hann 20 ár.