Fótbóltur
Við bara tveimum umførum eftir at spæla, er Vodane-deildin meira spennandi, enn hon hevur verið tær nógvu seinastu vikurnar. Bæði í toppi og botni.
Í oddinum hevur tað í fleiri vikur verið spurningurin, nær HB vissaði sær gullið, og kanska er tað eisini hugburðurin, sum spælararnir sjálvir hava havt.
Í øllum førum er úrtøkan hjá HB seinastu seks dystirnar als ikki tann, sum líkist einum meistaraliði, og dyggi lúsingurin í Fuglafirði ber við sær, at HB framvegis »bert« er fimm stig framman fyri EB/Streym, sum greiddi torføran setning á útivølli til UG.
Hóast avgerðin framvegis liggur fult og heilt hjá HB, so er ikki sørt, at støðan minnir um hana, sum var fyri tveimum árum síðani, tá EB/Streymur í seinastu minuttunum av seinasta dystinum misti FM-heitið, sum annars leingi lá so púrasta trygt til felagið.
Á pappírinum er talan tó um yvirkomuligar uppgávur hjá HB seinastu umførini, tá teir spæla móti teimum báðum, sum eru niðast á talvuni. Men eingin ivi er um, at KÍ kann geva oddaliðnum og arvafíggindunum ein skarpan gang í Gundadali, og hendir tað, kann væl vera, at alt stendur og fellur við seinasta dystinum hjá HB, tá teir á útivølli skulu spæla móti nú niðurflutta 07 Vestur.
Kapprenning í botninum
Sigurin hjá ÍF á HB staðfesti samstundis, at Vodafone-deildin í ár skal siga farvæl við annað hvørt B36 ella KÍ. Bæði liðini eru av álvara farin í holt við kapprenning í botninum, og enn hevur B36 munin í hesari kapping.
Kravið hjá KÍ er í minsta lagi fýra stig í teimum báðum komandi dystunum móti HB og EB/Streymi, meðan B36 helst skal fáa okkurt fyri sínar dystir móti Víkingi og B68.
Nú kann sjálvandi vera, at allir spurningar í hesum verða svaraðir longu sunnudagin, men undir øllum umstøðum stendur púrasta greitt, at talan verður um fullsett áskoðaraskýli í Gundadali sunnudagin. Og neyvan munnu reyðu leyvurnar hjá HB fara at taka á við KÍ hesaferð.
Europisku plássini
Hjá AB og ÍF kundu úrslitini sunnudagin bent á, at kappingin nú er av fyri teirra viðkomandi, men enn stríðast Víkingur, EB/Streymur, B68 og NSÍ um heiðursmerki og europiskan fótbólt. Her er greitt, at Víkingur longu hevur vissað sær sítt pláss umvegis steypakappingina, og so er bara spurningurin, hvørji tvey lið skulu fylgja teimum í hesum.










