Gummikúlur í Madrid

Spanska løgreglan skjeyt við gummikúlum eftir mótmlisfólki í miðbýnum í Madrid í gjárkvøldið, har fólk vóru komin saman at mótmæla búskaparligu tiltøkunum hjá stjórnini. Fólk settu eld á rusktunnur nærhendis tjóðartinginum, og sjey fólk vórðu tikin.

Seinnapartin í gjár tóku nógv túsund fólk lut í mótmælistiltøkum víða um landið. Í Madrid, Barcelona og nøkrum øðrum býum gingu almenn starvsfólk mótmælisgongu ímóti almennum sparingum. Millum teirra, sum tóku lut í hesum mótmælunum, vóru lærarar, starvsfólk í heilsuverkinum og sløkkiliðsmenn.

-Vit hava góðtikið nógv, men nú er ovboðið, segði sløkkiliðsmaðurin Francisco Vaquero við Reuters.