Gummibeinini burtur

Um nakað, so vóru tað eysturríkarar, sum høvdu gummibein, og sum dysturin leið komu frustratiónirnar hjá teimum alt meira fram, heldur Egil á Bø

Fótbóltur

 

Seinastu vikurnar hava Egil á Bø og liðfelagarnir í EB/Streymi hoyrt nógv um gummibein og tað, sum har til hoyrir.

Leygardagin kundi hann tó staðfesta, at á Tórsvølli var einki tos um gummibein av nøkrum slag.

- Nei. Kanska havi eg havt tey somikið leingi, at tað ger tað sama nú, segði hann skemtandi.

- Men hetta er fullkomuliga øðrvísi enn at spæla í Formula-deildini. Í dag skal man bara inn at stríðast av øllum alvi. Í veruleikanum kunnu vit ikki rokna við øðrum enn tapi, tí á pappírinum eru vit nógv verri enn hini liðini, so vit hava einki at óttast í so máta. Tú kanst í veruleikanum bara vinna.

Tað var líkt til, at tit høvdu nógv minni trupulleikar av vindinum, enn teir hjá Eysturríki høvdu. Var tað kanska ein fyrimunur hjá tær, at tú hevur spælt so nógvir dystir á Mølini á Eiði, har vindurin kann verða heilt nógvur?

- Tað skuldi mann kanska trúð. Vit eru nokk meira vanir við vind, enn teir eru. Og í øllum førum skaptu teir ikki so nógv. Í seinna hálvleiki spæla teir øgiliga nógv við longum bóltum, og teir kombinera sjáldan flatt, og tað passaði nokk okkum fínt.

At síggja til gekk ikki long tíð, áðrenn teir byrjaðu at geva frustratiónir til kennar. Var tað eisini nakað, sum tit merktu á vøllinum?

- Eg haldi tað. Teir høvdu einar tvær-tríggjar støður fyri steðgin, sum kundu blivið heilt vandamiklar, men umframt tað, so høvdu teir ikki so heilt ræðuliga nógv. Teir høvdu eitt sindur av trýsti, men ikki so heilt ræðuligt kortini. Og sum seinni hálvleikur gekk, haldi eg, at teir gjørdust rættiliga frustreraðir, sigur Egil á Bø.