Gult kort til Kappingarnevndina

Seinføra viðgerðin av leikbanninum til Ára Dam er nakað, sum als ikki eigur at koma fyri í føroyskum hondbólti

Ítróttarklumma

Eitt leikbann, sum verður útskrivað bara tvey lítil samdøgur undan einum tí mest týðandi dystinum á árinum.
Hetta var veruleikin, sum Neistin mátti fyrihalda seg til, tá teir hósdagin høvdu lagt seinastu hond á sínar fyrireikingar til steypafinaluna.
Venjarin hjá Neistanum staðfesti eftir hetta, at Kappingarnevndin hevði sýnt serstakliga lítla virðing fyri fyrireikingunum hjá Neistanum til finaluna, og frá hesum reglum skal ljóða, at talan er um mannagongd, sum als ikki kann góðtakast á nakran sum helst hátt.
Umberingin um, at limur í Kappingarnevndini var burturstaddur, er snøgt sagt ikki haldbær. Limirnir vistu, at eitt mál um leikbann bíðaði eftir viðgerð, og talan var neyvan um mál, sum kravdi somikið drúgva viðgerð, at hetta ikki lat seg gera umvegis ein telefonfund.
Heilt einfalt var málið, at Neista-málverjin fekk beinleiðis reytt fyri at steðga fríum mótstøðuspælara. Forskriftirnar siga eftir øllum at døma, at hetta skal geva tveir dagar, og so er bara at avgreiða málið. Ein stempul-avgreiðsla, sum átti at verið framd í minsta lagi eina viku fyrr, enn hon endaði við at verða viðgjørd.
Vónandi hevur HSF lært somikið av hendingini, at hetta er ein støða, ið ongan tíð kemur fyri aftur. Um veruleikin so var, at hetta kanska hjálpti Neistanum, tá Emil Kulmann Jacobsen stóð ein góðan dyst, er ein onnur søga. Men tað linkar ikki gula kortið til FSF.