Tað gekk av skriðuni hjá Vejle í dag, tá teir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini tóku ímóti Skive. Vejle tapti dystin 2-3, aftaná at hava verið á odda 2-1 í steðginum. Skive liggur fjórðaftast í deildini, og tí kennist tapið beiskt hjá Vejle.
Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin á tamb, meðan Viljormur Davidsen sat á beinkinum, og fekk onga spælitíð í dag.
Tá 67 minuttir vóru farnir fekk Jóan Símun tað gula kortið, og sambært heimasíðuni hjá Vejle BK datt Jóan Símun óheppið, tá Skive fekk umstillingina, sum førdi til, at teir javnaðu til 1-1. Thomas Mikkelsen legði annars Vejle á odda bæði 1-0, og 2-1, men í báðum førum javnaði Mikael Uhre fyri Skive. Tá 85 minuttir vóru farnir skoraði Jesper Henriksen sigursmálið fyri Skive. Vejle hevði málmøguleikar til at tryggja sær bæði eitt ella trý stig, men teir tóku ikki av í seinna hálvleiki.
Heimasíðan hjá Vejle BK staðfestir, at liðið blívur við at spenna bein fyri sær sjálvum, og tá verður tað torført at halda seg í tí betra endanum av næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Vejle er tó enn á einum triðja plássi, sum gevur uppflyting til superliguna. Vejle hevur eins og Horsens á fjórða plássi 21 stig, men Vejle hevur betur málmun. Liðið hjá Rógva Baldvinsson, FC Fredericia er nummar fimm við 20 stigum.
Komandi hóskvøld verður føroyingauppgerð í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, tá Vendsyssel FF tekur ímóti Vejle. TV3 Sport1 vísir dystin. Sendingin byrjar klokkan 19.20 hóskvøldið.