Sadio Mané hjá Liverpool fekk í dag gult kort aftaná 15 sekund, tá Chelsea og Liverpool spældu javnleik 2-2 á Stamford Bridge. Talan er um helst skjótasta gula kortið í tíðini síðani Premier League byrjaði í 1992.
Opta, sum greinar dystir við øllum hugsandi tølum, skrivar at tað er skjótasta gula kortið síðani 2006, tá Opta fór at greinar dystir niður í sekundir.
Liverpool byrjaði dystin og sendi ein langan bólt fram til Sadio Mané, sum endaði við at geva Cesar Azpilicueta ein alboga. Tað eru viðmerkjarar, sum halda at talan kundi verið um reytt kort. Eitt nú fyrrverandi áleyparin hjá Chelsea, Jimmy Floyd Hasselbaink.
Sadio Mané endaði við at skora til 1-0 í einum hendingaríkum og ferðmiklum dysti, sum endaði 2-2.










