Gult gull

Tjaldur vardi og skjeyt seg til ein fult uppibornan sigur á Stjørnuni í kvinnufinaluni. Nokk so skjótt fór Tjaldur væl framum, og tað var bara eina lítla løtu ímóti endanum, at tað mundi blivið spennandi, tí Stjørnan slapp ongantíð ordiliga í gongd í dystinum

Longu frá fyrstu løtu sást, at verjan hjá Tjaldri var til reiðar at taka ímóti Stjørnuni. Gamaní, fekk Stjørnan eitt mál her og har, men liðið hevði ongantíð nakra veruliga gjøgnumbrotskraft ímóti kontantu og sterku verjuni hjá Tjaldri, ið dugdi serstakliga væl at pilka skjúttarnar hjá Stjørnuni niður, so einki kom burturúr.
Hinvegin vóru teir báðir bestu skjúttarnir hjá Tjaldri serstakliga væl upplagdir. Adina Petrea og Simona Petersen skutu 21 av teimum 26 málunum hjá Tjaldri, umframt at tær gingu undan í verjuspælinum.
Serliga var Simona Petersen stóri profilurin í hesi finaluni, tí hon vísti so stóran vilja til at vinna, at tað kundi ikki annað enn smitta restina av liðnum. Hon stríddist og skjeyt, so tað veruliga munaði, og eitt nú var hon við fimm teimum síðstu málunum fyri steðgin við til at leggja botn undir sannførandi sigurin.
Adina Petrea spældi, sum hon plagar, tá væl liggur fyri, og umframt at plasera skotini ótrúliga væl, dugdi hon sera væl at spæla hinar á liðnum, so tað var nærum vónleyst hjá Stjørnuni at lesa, hvat fór at henda. Og hóast Stjørnan í løtum dekkaði við eittara fyri at skerja Adinu, gjørdi tað stórt sæð ongan mun.

Ongantíð í gongd
Stjørnan kom í veruleikanum ongantíð ordiliga í gongd í finaluni. Ein orsøk mundi vera kalda spannin av vatni, ið tað var, at Tjaldur longu fyrstu 10 minuttirnar kom á odda 8-4. Og hóast Stjørnan ta einu løtuna mitt í fyrra hálvleiki kom upp á 9-9, sá tað slett ikki sannførandi út.
Fyrstu løtuna eftir steðgin tóktist Stjørnan fáa fatur í rætta endanum eina løtu, men hetta skyldaðist eitt nú, at Tjaldur fekk Simonu útvísta tvær ferðir innan fyri átta minuttir. Skjótt fór Tjaldur aftur avstað, og tá tóktist tað ikki, sum hevði Stjørnan nakað munagott móttrekk.
Serliga saknurin av skotstyrki útifrá darvaði spælinum hjá klaksvíkskvinnum, har tað bara var Durita Ljósstein, ið megnaði nakað. Valentina Suciu og Alina Anghel fingu bara tvey mál í part og vóru sera lítið sjónskar í álopsspælinum, har Bára Skaale Klakstein var mestsum tann einasta aftur at Duritu, ið megnaði nakað.
Fimm minuttir fyri tíð fekk Stjørnan minkað um munin niður í tvey mál, men allíkavæl gjørdist tað ongantíð ordiliga spennandi, tí yvirskotið hjá Tjaldri yvirstrálaði tilvildarligu royndirnar hjá Stjørnuni at vinna seg innaftur í dystin. Sjálvt ikki, tá bæði Adina og Simona blivu tiknar burturúr, munaði tað nakað serligt, og Adina kundi í tí eina førinum næstan spáka ígjøgnum og skora…

Enn er FM eftir
Samanumtikið vann Tjaldur ein fult uppibornan sigur, ið bygdi á trygt og sterkt verjuspæl, samstundis sum liðið fekk nógv meira burtur úr sínum álopsspæli. Ikki minst vóru skjúttarnir í rætta essinum, og tá er beinanvegin torført at standa hinumegin og skula taka ímóti.
Stjørnan fann ongantíð sín eyðkenda stríðsvilja fram í nóg stóran mun, og haraftrat gjørdust skjúttarnir ikki nøkur hóttan, ið kundi máta seg við mótstøðuna. Meginpartin av fyrra hálvleiki fylgdi Stjørnan nøkulunda við, men var ongantíð í nánd av at fara framum, og tað kostaði so mikið av kreftum, at tað kundi ikki røkka longur.
Enn er so landskappingin eftir, og har eru tað ikki bara steypafinalistarnir, ið eru upp á spæl, men eisini kvinnurnar hjá Neistanum. Sum er, liggur Stjørnan best fyri, men enn er so mikið eftir á mál, at nógv kann henda. Ikki skal undra, um tann endaspurturin verður væl meira spennandi enn steypafinalan var tað hesa ferð.