Vit sum arbeiða á in.fo fáa ofta góð tips frá hjálpsomum lesarum.
Í vikuskiftinum hava vit skrivað um 17 ára gamla Dávid á Lakjuni úr Fuglafirði, sum vann silvur í Taekwondo í bólkinum undir 59 kg.
Nú eru vit á in.fo gjørd varug við, at vinnarin eisini er ein ungur føroyingur, sum er vaksin upp niðri í Danmark.
15 ára gamli, Aleksandur Heðinsson Arge vann í finaluni ímóti júst Dávid á Lakjuni, og fekk harvið DM-gull.
Aleksandur er sonur Heleen og Heðin Arge, sum var ein fólkakærur útvarpsvertur hjá Útvarpi Føroya í hinari øldini, ikki minst leygarkvøld.
Vit í in.fo ynska Aleksanduri tillukku við DM-gullinum, og Dávidi tillukku við DM-silvurinum. Hugaligt við føroyingum í fremstu røð.