Gullvenjarin takkar fyri seg

Meðan bláa legan er við at tømast, so hugsar eingin í hvítu og reyðu leguni um at fara til hús

Tað er borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Artur Johansen, sum í ítróttarhøllini á Skála og í hesi løtu handar heiðursmerki. Neistakvinnurnar fáa silvurkrónurnar, og so fáa fegnu StÍF kvinnurnar gullkrónurnar og FM steypið.

Viðhaldsfjøldin hjá Neistanum ásannar, at tað eydnaðist ikki at fáa fimtu og avgerandi finaluna, og kanska eru tey ikki heilt so vónbrotin, sum tey vóru undir dystinum, tí tað var longu undan steðginum, at tað var greitt, at hetta var dagurin hjá StÍF.

-Hetta er ein dreymur. Spælararnir hava verið framúr at møta upp og arbeiða undir venjing, og vit fegnast øll. Vit hava fingið nýggjan venjara, og nú takki eg fyri meg og ynski honum og spælarunum alt tað besta. Eg vóni, at tær flestu halda fram at spæla, sigur Jón Rasmussen.

Borgarstjórin í Sjóvar kommunu var í síni tíð ein av stóru spælarunum hjá strandingum. StÍF vann trý tey fyrstu FM heitini yvirhøvur í manshondbólti. Tað var í  vunnið FM á mannfólkasíðuni í 1943, 1944 og 1945. Síðani hevur StÍF vunnið FM fyri menn í 1999 og 2003.

Í kvøld hevur STÍF vunnið FM í kvinnuhondbólti fyri fyrstu ferð, og tað stórfegnast tey í løtuni um í ítróttarhøllini á Skála.

Tað er liðformaðurin Poula Berg, sum tekur ímóti steypinum, sum allar tær ovurfegnu spælararnir nú skiftast um at lyfta og lætta. Fyri einari løtu síðani høvdu tær venjaran, Jón Rasmussen, á lofti.

Klokkan 21 verður móttøka fyri nýklæktu FM vinnarunum í bygdarhúsinum á Strondum.