Gullvenjararnir vóru bestir

Alexandar Djordjevic og Sámal Erik Hentze eru kosin bestu fótbóltsvenjararnir í landinum

Í Klaksvík hevur Alexander Djordjevic í fleiri ár verið oddamaður fyri kvinnufótbóltinum. Í ár var hann við til at vinna fimtanda meistaraheitið á rað. Hetta er heimsmet, og í kvøld varð Alexandar kosin sum ársins venjari framman fyri Allan Dybczak og Poul G. Olsen.

 

Hjá monnum fall valið á Sámal Erik Hentze, sum soleiðis hevur fingið tvær virðislønir fyri at verða ársins venjari. Ta fyrru fekk hann frá venjarafelagnum, og í kvøld fekk hann so flestu atkvøðurnar frá spælarum, venjarum og fjølmiðlum.