Gullvenjararnir halda fram í Kyndli

Teir báðir Kári Nielsen og Birgir Hansen, sum seinastu vikurnar hava leitt besta mansliðið hjá Kyndli til meistaraheitið, halda fram sum venjarar hjá havnarfelagnum komandi ár

Tey flestu hondbóltsfeløgini kring landið arbeiða í hesum døgum av fullari megi við at útvega venjarar til komandi kappingarár. Á ársveitsluni hjá føroyameistarunum úr Kyndli leygarkvøldið avdúkaði formaðurin í felagnum, Jóannes Dalsgarð, at teir báðir, Kári Nielsen og Birgir Hansen, halda fram sum venjarar komandi ár.

Fegnir leikarar
Kári Nielsen og Birgir Hansen tóku við sum venjarar hjá besta mansliðnum hjá Kyndli seint í júst farna kappingarári, tá ið danin, Jan Djurhuus, og Kyndil í felag avgjørdu at steðga samstarvið sínamillum. Tað er eingin loyna, at leikararnir í felagnum hava verið stak væl nøgdir við Kára og Birgir, og fagnaðurin millum leikararnar var stórur, tá ið Jóannes Dalsgarð bar tíðindini á ársveitsluni.
Formaðurin í Kyndli sigur, at leiðslan í felagnum hevur verið sera væl nøgd við tað arbeiði, ið Kári og Birgir hava gjørt, og tá ið so eisini leikararnir dámdu væl teir báðar, var leiðslan sannførd um, at teir báðir vóru ovast á ynskilistanum yvir venjarar til komandi ár. Somuleiðis sigur Jóannes Dalsgarð, at tað eisini hevur týdning, at talan er um tveir mans, ið hava sínar røtur í felagnum, og sum tískil hava tann rætta felagsandan.

Umhugsa europeiskan hondbólt
Sum skilst á formanninum í Kyndli er ikki væntandi, at nøkur serlig frágongd verður úr hópinum hjá føroyameistarunum til komandi kappingarár. Jóannes Dalsgarð sigur eisini, at heldur verður talan um, at liðið verður styrkt á onkrum plássi. Kyndil hevur gott fólk, og somuleiðis eru nógvir ungir og evnaríkir leikarar á veg upp í vaksnamannadeildina, og vit skulu byggja liðið á okkara egna fólk, sigur Jóannes Dalsgarð, men leggur afturtat, at tað ikki merkir, at liðið hevur tørv á styrki uttanífrá.
Spurningurin um europeiskan hondbólt hevur eisini verið umrøddur í leiðsluni í havnarfelagnum, men enn er nøkur støða ikki tikin til hetta mál. Formaðurin í Kyndli sigur, at spurningurin er, hvussu nógv man fær burturúr at fara til ein europeiskan dyst og kanska blíva avsmurdur, heldur enn at fara til onkra aðra kapping við fleiri javnari dystum fyri sama pening. Europeiskur hondbóltur er ein stórur fíggjarligur spurningur, og tað noyðast vit at hava í huganum, sigur Jóannes Dalsgarð.

Kvinnurnar skulu styrkjast
Kvinnuliðið hjá Kyndli hevur havt eitt serstakliga vánaligt ár í ár, og hetta er nakað, ið skal broytast til komandi ár. Kyndil hevur sett roynda venjaran, Geir Wardum, til at taka sær av besta kvinnuliðnum komandi kappingarár, og hann hevur longu lagt fram síni ynskir um styrk til komandi kappingarár. Geir Wardum sigur, at hann kundi tonkt sær, at Kyndil fekk ein málmann afturat, ið var á jøvnum støði við núverandi málmannin, Fríðu Petersen, ið hevur verið besti leikarin hjá Kyndli í ár. Harafturat hevur Geir ynskt ein høgra bakk, ein spælskipara og ein strikuspælara. Leitað verður eftir hesum spælarum bæði uttanlands og her heima, sigur Geir, men leggur afturat, at tað er ikki vist, at liðið fær allar hesar styrkir, tí tað er eisini ein spurningur um pengar og onnur viðurskiftir.
Jóannes Dalsgarð, formaður í Kyndil, váttar fyri Sosialinum, at arbeitt verður við at styrkja munandi um kvinnuliðið hjá Kyndil, men enn er einki fingið upp á pláss.

Stórar ætlanir fyri 2006
Um tvey ár fyllir Kyndil 50 ár, og tá ætlar felagið sær at verða við heilt frammi í oddinum, bæði hjá monnum og kvinnum. Jóannes Dalsgarð sigur, at tey hava nakrar visiónir fyri framtíðina, sum hann heldur sær bjarta út, tí úrslitini hjá ungdómsdeildunum hava verið sera góð, serstakliga á dreingjasíðuni. Hann leggur tó afturat, at alt hetta hevði als ikki borið til, um felagið ikki hevði so góðar stuðlar, venjarar og onnur, ið hava tikið lut í felagsarbeiðinum, og tað er leiðslan í Kyndil ógvuliga takksom fyri.