Gullveitsla í Vestmanna

Nógv av hondbóltstosinum fer at snúgva seg um Vestmanna hetta vikuskiftið, men fleiri aðrir týdnignarmiklir dystir eru eisini á skránni

Hondbóltur

Fult umfar er í hondbólti um vikuskiftið, og nú fer av álvara at stunda til kappingarlok.
Sjónligasta tekinið um hetta verður helst í Vestmanna. Har hava tey longu fingið staðfest, at kvinnurnar eru tær bestu í landinum, og sunnudgain skulu menninir so ætlandi gera teimum kynstri eftir, tá Neistin kemur á vitjan. Ein sigur her ger VÍF til meistarar, og so er einki at ivast í, at bæði Bryggjan og la Carreta verða stúgvandi full.

Umframt teir báðar dystirnar millum VÍF og Neistan, so verða eisini fýra aðrir dystir á skránni, og serstakliga í teimum báðum kvinnudystunum er tað alt annað enn gull og skreytlutir, sum eru fremst í huganum.
Á Giljanesi bresta Sóljan og StÍF saman, og fyri báðar partar er her talan um ein dyst, sum kann hava lívbjargandi týdning, um stig fáast til høldar. Soleiðis er eisini hjá Kyndli, sum á heimavølli tekur ímóti VB. Júst hesin dysturin var í grundspælinum tann, har Kyndil sýndi, at tær kunnu megna annað enn leiklutin sum botnlið, og skulu tær sleppa úr hesum leikluti, er av alstórum týdningi, at tær nú endurtaka sigurin á VB.
Hjá monnunum eigur Kyndil somuleiðis heimavøll, tá teir skulu royna seg móti hovyíkingum. Her hevur Kyndil staðið seg væl betri í endaspælinum, og mugu tí metast sum favorittar, men ein grannauppgerð er tó ein grannauppgerð, og tí kann einki takast fyri givið.
Tað kann tað heldur ikki í Runavík, har Tjaldur tekur ímóti StÍF. Her er somuleiðis talan um grannauppgerð, og við óstøðugu avrikunum, sum liðini hava víst í ár, er at kalla alt hugsandi, og skal nakað takast fyri víst, so er tað helst, at tað neyvan verður keðiligt.

Mynd av Jacob
Vestmenningar kunnu staðfesta næsta gullmerkið innan fýra dagar, um tað eydnast monnunum at vinna dystin móti Neistanum sunnudagin