Gullveitsla

Og so var tíðin komin, tá meistaraheitið skuldi feirast. Bæði viðhaldsfólk, leikarar og leiðarar tustu inn á vøllin, tá Suni Johansen hevði blást í floytuna fyri seinastu ferð.

Jákup Mørk:

Kenslurnar fingu frítt at fara í og kring HB-húsið, og ivaleyst vóru nakrir arbeiðsgevarar, sum saknaðu okkurt starvsfólkið mánamorgunin. Men um arbeiðsgevarin hoyrdi til reyð/svarta partin av høvuðsstaðnum, soleiðis sum tey á myndunum gera, so mundi tað tó ikki viðføra tann heilt stóra valsin kortini.

Jan Müller og Álvur Haraldsen vóru mitt í rokanum, tá gullið varð staðfest, og so lata vit myndirnar siga restina av søguni.